Aftur
Tíðindi
15.02.2019
Skeið í BK17 – fyri tey, sum eru um byggiverkætlanir
SKEIÐ: Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið skipa nú aftur fyri skeiði um byggireglur, sum taka støði í BK17, ið er galdandi bygningskunngerð. Talan er um tríggjar ósamanhangandi skeiðsdagar, og fyrsti dagurin verður á Hotel Hafnia mánadagin tann 25. februar.Les meiraAftur til forsíðu
12.02.2019
Koyrandi í tunli til Dals um fýra ár
TUNNILSVERKÆTLAN: Landsverk skipaði fyrr í kvøld fyri borgarafundi í Sólaris í Húsavík, har kunnað varð um komandi tunnilsverkætlanina til Dals. Hóast veðrið ikki var av tí besta i dag, var kortini væl møtt, so ikki kann sigast annað enn, at verkætlanin hevur stóran áhuga millum fólk.Les meiraAftur til forsíðu
11.02.2019
Borgarafundur um Dalstunnilin
BORGARAFUNDUR: Landsverk skipar fyri borgarafundi í Húsavík í annaðkvøld, har kunnað verður um Dalstunnilin. Les meiraAftur til forsíðu
08.02.2019
Lisitatión um nýggjan Hvalbiartunnil
ÚTBJÓÐING: Seinnapartin í dag var lisitatión á Landsverki í sambandi við gerð av nýggjum Hvalbiartunli. Trý feløg vóru undangóðkend at bjóða, og lægsta tilboðið eigur Articon & LNS, sum vilja gera nýggju farleiðina millum Hvalba og Trongisvág fyri stívar 236 mió. krónur.Les meiraAftur til forsíðu
07.02.2019
Nýggj samferðsluætlan handað landsstýrinum
INFRAKERVI: Í dag handaði Landsverk landsstýrismanninum í samferðslumálum, Heðini Mortensen, nýggju dagførdu samferðsluætlanina fyri Føroyar, nevnd “Samferðsluætlan 2018-2030.” Endamálið við eini slíkari ætlan er at vísa á, hvat skal til fyri at tryggja, at samferðslukervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv.Les meiraAftur til forsíðu
01.02.2019
EM Asfalt heiðrað fyri besta asfaltavrik
ASFALTDAGUR: Tað var asfaltliðið hjá EM Asfalti í Søldarfirði, sum vann heiðurin fyri at hava útint ársins besta asfaltavrik. Hetta var fyri asfaltarbeiðið í R. C. Effersøesgøtu í Havn, sum varð gjørt tíðliga í fjør summar. Umleið 110 fólk luttóku á Asfaltdegnum 2019, sum var hildin á Hotel Føroyum í dag, har ein røð av framløgum um avbjóðingar og annað í sambandi við asfaltvinnuna vórðu hildnar.Les meiraAftur til forsíðu
29.01.2019
Ráðgevara- og arbeiðstøkutryggingar. Hvat vendir upp, og hvat vendir niður?
TILTAK: Byggiharrar og Ráðgevarafelagið fara 8. februar 2019 í felag at skipa fyri einum tiltaki um ráðgevaratryggingar og arbeiðstøkutryggingar, ið verður á Panorama Hotel Hafnia.Les meiraAftur til forsíðu
23.01.2019
Roknskaparligar mannagongdir á Landsverki eru tryggar
VERKÆTLAN: Seinastu tíðina er í fjølmiðlunum sett spurnartekin við innanhýsis mannagongdir á Landsverki í sambandi við rokningar, sum viðvíkja verkætlanini, Glasir. Víst verður á, at tað liggja rokningar aftur til 2015. Tað er rætt, at ein ógoldin rokning frá 2015 liggur í almennu gjaldsskipanini. Tó er orsøkin til hetta ósemja um støddina á rokningini, ið er partur av gerðarrættarmálinum millum Landsverk og TG Verk.Les meiraAftur til forsíðu
18.01.2019
Ársins besta asfaltarbeiði verður heiðrað
ASFALTDAGUR: Fyri skjótt einum ári síðani skipaði Landsverk fyri evnisdegi um asfalt. Undirtøkan var so mikið góð, at stovnurin aftur í ár hevur valt at skipa fyri einum asfaltdegi, har nógvar áhugaverdar framløgur vera at hoyra. Eins og í fjør verður heiðursløn handað fyri besta asfaltarbeiði í farna ári. Les meiraAftur til forsíðu
11.01.2019
Skrivstovuhølir til leigu í miðbýnum
HÚSALEIGA: Góð skrivstovuhølir eru tøk at leiga inni hjá okkum á Tinghúsvegi 5 í Havn. Les meiraAftur til forsíðu
07.01.2019
Fyribilsstjóri settur á Landsverki
LEIÐSLA: Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, hevur gjørt av fyribils at seta Árant Andriasson í starv sum stjóra á Landsverki, til nýggjur er settur og tekur við starvinum. Árant hevur verið varastjóri á Landsverki síðani 2011. Les meiraAftur til forsíðu
04.01.2019
Gongd aftur komin á Innkomuvegin
INFRAKERVIÐ: Arbeiðið við Innkomuvegnum er nú tikið uppaftur, og byrjað verður at fylla út við tunnilsgróti á Skarðshjalla, haðani vegurin fer at ganga víðari oman til eina komandi íbinding í Kaldbaksfjarðarvegin.Les meiraAftur til forsíðu
21.12.2018
Landsverk luttekur á Jobmatch
Les meiraAftur til forsíðu
20.12.2018
Útbjóðing av Hvalbiartunlinum
TUNNILSGERÐ: Í sambandi við bygging av nýggjari farleið til Hvalbiar, bjóðaði Landsverk í heyst áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á verkætlanina. Trý feløg sleppa nú at bjóða upp á hesa spennandi uppgávu.Les meiraAftur til forsíðu
19.12.2018
Ewald Kjølbro fer frá sum stjóri
Les meiraAftur til forsíðu
18.12.2018
Virðisløn fyri asfaltarbeiði
ASFALT: Fyrst í komandi ári skipar Landsverk aftur fyri einum asfaltdegi undir heitinum “Gott asfalt – eitt tvørfakligt liðavrik”. Á degnum verða fleiri áhugaverdar framløgur, og eisini verður virðisløn handað einum asfaltliði, ið hevur avrikað serliga dygdargott asfaltarbeiði í 2018.Les meiraAftur til forsíðu
03.12.2018
Brek í hitaskipan orsøk til kaldan skúla
BYGGING: Eitt brek í hitaskipanini á Glasi, var orsøkin til, at eingin hiti var á skúlanum, tá næmingar og lærarar møttu í morgun. Hóast brekið varð rættað beinanvegin, tá tað varð staðfest, tekur tað nógvar tímar at hita stóra bygningin uppaftur. Út á dagin í dag verður hitin aftur uppi á teimum stigum, har hann eigur at ligga. Les meiraAftur til forsíðu
12.11.2018
Frávik á trý prosent ikki óvanlig í byggivinnuni
BYGGING: Meirnýtslan í sambandi við stóru verkætlanina við Marknagil liggur innan fyri tað, sum kemur undir vanligt frávik í byggivinnuni. Bæði tá ræður um her heima og aðrastaðni. Tað hendir meira enn so, at frávik millum eitt og trý prosent í byggiútreiðslum vísa seg, tá slíkar verkætlanir verða gjørdar upp. Les meiraAftur til forsíðu
08.11.2018
Tunnilsliðið skal seta gongd á nýgerð av smærri tunlum
TUNLAR: Politisk avgerð er tikin um at endurstovna tunnilsliðið hjá Landsverki, sum hevur fingið uppgávuna at bora smærri tunlar til bygdir í Føroyum. Høvuðsorsøkin er, at tað er ov trupult politiskt at fáa sett stórar upphæddir av árliga á fíggjarlógini til tunnilsverkætlanir. Við einum almennum tunnilsliði ber betur til at spjaða íløguna yvir eitt longri áramál, og fáa gjørt hesar íløgur í smærri bitum. Les meiraAftur til forsíðu
02.11.2018
Landsverk sett nýggjan leiðara fyri Byggideildina
STARVSSETAN: Herfyri søkti Landsverk eftir leiðara til Byggideildina, og stovnurin hevur nú sett Jón O. Sólsker í starvið. Nýggi leiðarin hevur verið í starvi á Landsverki síðani 2014. Les meiraAftur til forsíðu
02.10.2018
Sambýli í Reynstúni á Argjum
UNDANGÓÐKENNING: Landsverk heitir hervið á fyritøkur at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á heildarráðgeving í sambandi við nýbygging av sambýli á Argjum til fólk við menningartarni og fjølbreki.Les meiraAftur til forsíðu
27.09.2018
Ljós í Sumbiartunlinum
TRYGD Í TUNLUM: Í fjør undirskrivaðu Landsverk og P/F El Service sáttmála um at fáa gjørt eina trygdarskipan í Sumbiartunlinum. Teknikkhús er nú gjørt uttan fyri tunnilin, og í dag verða fyrstu ljósini í loftinum tendrað. Les meiraAftur til forsíðu
27.09.2018
Nýtt sambýli í Hoyvík
UNDANGÓÐKENNING: Í sambandi við bygging av sambýli á Mýrini í Hoyvik til fólk við menningartarni bjóðar Landsverk áhugaðum ráðgevum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á heildarráðgeving. Les meiraAftur til forsíðu
26.09.2018
Nýggjur Hvalbiartunnil
UNDANGÓÐKENNING: Í sambandi við bygging av nýggjari farleið til Hvalbiar bjóðar Landsverk áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á høvuðsarbeiðstøku.Les meiraAftur til forsíðu
21.09.2018
H-bygningurin reistur
HÁTÍÐARLØTA: Í dag kundu vit aftur hátíðarhalda ein stóran dag í føroyskari byggisøgu, tá reisigildi varð hildið í sambandi við H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Høvuðsendamálið við hesi útbygging er at dagføra hølisviðurskiftini hjá sjúklingum, starvsfólkum og teimum avvarðandi. Nýggi bygningurin verður eftir ætlan tikin í nýtslu í 2021.Les meiraAftur til forsíðu
06.09.2018
Miðnám á Kambsdali, 3. byggistig
UNDANGÓÐKENNING: Farið verður nú undir 3. byggistig á Miðnámsskúlanum á Kambsdali. ,Les meiraAftur til forsíðu
05.09.2018
Lisitatiónsúrslit: Asfaltering á Selatraðarvegnum
Les meiraAftur til forsíðu
04.09.2018
Nýggjur serstakur sjúkrahúsbygningur
ÁRSFRÁGREIÐING: Nýggi sjúkrahúsbygningurin til Landssjúkrahúsið skal takast í nýtslu í 2021. Talan er um ein bygning við rættiliga serstakari innrætting, tá ræður um framkomar loysnir, ið eru valdar til bygningin. Endamálið við útbyggingini av sjúkrahúsinum er at dagføra hølisviðurskiftini hjá sjúklingum, starvsfólkum og teimum avvarðandi. Les meiraAftur til forsíðu
03.09.2018
Stremba áhaldandi eftir tryggari ferðslu
ÁRSFRÁGREIÐING: Landsverk arbeiðir áhaldandi við at gera føroyska landsvegakervið tryggari. Betri uppmerking, rumlifoyrur, týðilig skelting og strikur á vegunum skulu millum annað bøta um trygdina hjá teimum ferðandi. Nýggjastu ferðsluhagtølini vísa eisini, at talið á skrásettum ferðsluvanlukkum er minkað seinastu árini.Les meiraAftur til forsíðu
31.08.2018
Eftirspurningur eftir uppmátingum av havbotni
ARSFRÁGREIÐING: Tá Landsverk mitt í áttatiárunum byrjaði at gera uppmátingar av havbotninum – tað er uppmáting og kortlegging av havdýpinum – varð hetta sett í verk við eini verkætlan, sum í árunum 1985-89 fekk eina játtan á fíggjarlógini til uppmátingar í firðum og sundum. Síðani hevur ikki verið nøkur sertøk játtan til endamálið. Men av tí at Landsverk staðfesti ein tørv á hesum økinum, varð hildið fast við hesa tænastu, og síðani hevur stovnurin gjørt íløgur í nýggjastu tøknina innan økið.Les meiraAftur til forsíðu