Í sambandi við arbeiði verður Sumbiartunnilin stongdur í tíðarskeiðinum frá 4. februar og mars mánað út frá sunnukvøldi til mikumorgun frá klokkan 21 til 07 á morgni. Bilar sleppa ígjøgnum hvønn heilan tíma, meðan arbeitt verður. Tó kunnu akfør í neyðsynjarørindum altíð sleppa ígjøgnum tunnilin.
Gomlurætt..
Arbeitt verður á Gomlurætt fram til 8. mars 2019. Í teimum tíðarbilum, tá sprongt verður, eru vegirnir til Gomlurætt og til Kirkjubøar stongdir í nakrar minuttir.
Sandavágur..
Arbeitt verður við gongubreyt inni á Leiti í Sandavági fram til 1. mars. Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga.
Søldafjørður..
Arbeitt verður á landsvegnum í Søldarfirði 18. og 19. februar. Koyrið varliga.